Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ misti 3-0 leiðslu burtur

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) Hóast KÍ var á odda 3-0, so kom ÍF uppájavnt aftur og hevði uppiborið øll stigini.

 

Í KÍ uppstillingini var ein broyting í mun til seinastadyst. Ivan Joensen kom inn fyri Henry Heinesen. Á taktiska partinum spældiHjalgrím Elttør hesaferð í høgru síðu, har hann skuldi hjálpa GunnariChristiansen í verjustøðuna, meðan Álvur Christiansen lá í vinstru. Hjá ÍFspældi Poul N. Mikkelsen á miðvøllinum fyri fyrstu ferð í ár.

 

ÍF betri – KÍ skoraði

KÍ skoraði uppá sítt fyrsta álop, tá Páll A. Klettskarðlegði inn fyri úr høgru. Frammanfyri málinum fekk Álvur Christiansen prikaðbóltin inn. Eftir hetta setti ÍF seg tungt á dystin og var tað ikki fyriMeinhardt Joensen, so fingu fuglfirðingar fleiri mál. Onkra ferðina máttu KÍleikarar bjargað á strikuni. Men meðan ÍF sat á dystinum, so var tað KÍ, iðøkti til 2-0 áðrenn hálvleik, tá Álvur hesaferð spældi Páll leysan, ið skoraðitrygt.

 

Mistu 3-0 leiðslu

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama, har KÍ tí fekkhildið ÍF frá stórum møguleikum fyrstu tíðina. Tá so góðir 10 minuttir vóruleiktir av seinna hálvleiki, so var Gunnar Christiansen ígjøgnum í høgru,spældi inn til Páll A. Klettskarð, ið aftur hevði lætt við at prika bóltin inn.3-0 og dysturin avgjørdur, kundi ein hugsa. Men soleiðis var ikki. ClaytonSoares fekk minkað um munin skjótt aftaná og so fekk ÍF veruliga vónina aftur,meðan KÍ framvegis ikki fekk spælið at koyra hóast Álvur Christiansen fekkstóran møguleika at økja til 4-1, men var ikki nóg kaldur. Tí hóast KÍ koma áodda 3-0, so var ÍF leikliga betra liðið fyrsta tíman. Løtu seinni legði HøgniMadsen inn fyri úr høgru og frammanfyri málinum skallaði Clayton bóltin ímálið. Og ÍF fekk eisini javna, tá Jógvan Isaksen gjørdi brotsspark mótiClayton. Øssur Dalbúð var tryggur frá 11 metrinum og so stóð 3-3. Ein kundivæntað, at ÍF fór at leggja nógv fyri seinastu 14 minuttirnar fyri at vinnamóti undirmannaða KÍ liðinum. Men trýstið kom ongantíð. Møguliga spældimanglandi orkan inn ella vildu teir fyrst og fremst varðveita eina stigið. TíKÍ hevði kanska betri tak á verjupartinum við 10 leikarum enn við 11 leikarum.

 

ÍF var betri

Sum heild ein dystur, sum ÍF eigur størsta heiðurin av. Taðgóða fótbóltsspælið sum var, sóu vit frá ÍF, meðan serliga KÍ miðvøllurin alsikki rakti dagin og ongantíð fekk stórvegis av spæli at koyra. Tí er tað heppiðfyri hópin, at liðið hevur einstakar profilar, ið kunnu nógv í álopspartinum.Fyrst og fremst gekk Páll A. Klettskarð, sum ímun til flestu av liðfeløgunum spældi ein fínan dyst, á odda, meðan Álvur Christiansen eisinidugur væl at vera á rætta staðnum til rætta tíðspunktið. Hinvegin burdi KÍliðið verið ov væl fyri til at missa eina leiðslu uppá 3-0. ÍF liðið sær sterktút og er væl betri enn væntað, men enn letur liðið ov nógv mál inn. Men á einumdegi, har KÍ liðið als ikki rakti dagin, so verður tað nokk onkursvegnagóðtikið hjá klaksvíkingum, tá dysturin er eftirmettur, at fáa stig í einum torførumútidysti. Tí sæð yvir allar 90 minuttirnar í dag, so var ÍF betra liðið.