Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ misti alt seinastu løtuna

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

KÍ var á odda móti Giza Hoyvík í 1.deild, men misti alt seinastu løtuna.

Hjá KÍ merktist tað, at bæði besta liðið og næstbesta liðið eru rakt av skaðum og leikbannum í løtuni. M.a. spældu Jóannes K. Danielsen(byrjaði í Effodeildini), Tórur Justesen (byrjaði í Effodeildini), Heðin Klakstein (kom inn í Effodeildini) Mikkjal á Bergi (skaddur) og Petur Andreasen (skaddur) ikki við. Teir hava sum oftast byrjað inni á næstbesta liðnum í ár.

KÍ kom á odda 1-0, men Giza Hoyvík javnaði áðrenn hálvleik. Beint eftir hálvleik legði Giza Hoyvík seg á odda 2-1, men KÍ svaraði aftur við tveimum málum og 3-2 leiðslan helt líka til 89. minutt. Tá javnaði Giza Hoyvík og í yvirtíðini vann Giza Hoyvík dystin, hóast teir hesa løtuna leiktu við 10 leikarum, tí ein leikari fekk reytt kort. KÍ hevur bara tvær ferðir mist stig á heimavølli í 1.deild í ár – á Norðoyastevnu og á Summar Festivalinum. Oddaliðið AB tapti 2-0 á Svangaskarði, men varðveitir leiðsluna á 4 stig niður til KÍ, sum nú liggur eitt stig frammanfyri B68.

1-0: Eivin Sørensen

1-1: Ahmed Keita

1-2: Niklas F. Jacobsen

2-2: Henry Heinesen

3-2: Steinbjørn Olsen

3-3: Ahmed Keita

3-4: Yohan Borðoy