Áhugaverdur venjingardystur verður í Klaksvík í kvøld.
Talan er um venjingardyst millum KÍ og U19 landsliðið. Hjá KÍ verður talan um eitt blandað lið av Effoliðinum og 1.deild, tí so nógvir leikarar eru ikki heima ella ikki eru tøkir á annan hátt. Venjari hjá báðum liðunum til dagligt er Eyðun Klakstein.
Venjingardysturin í kvøld byrjar kl. 19.00.




