Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ møtir besta heimaliðnum higartil í ár

Jákup Ósá

NSÍ hevur sum einasta liðið í deildini fult stigatal á heimavølli higartil í ár.

Tá NSÍ og KÍ hava møtt hvørjum øðrum í Runavík síðstu árini, so hevur tað verið skiftandi, hvør er farin avstað við sigrinum. KÍ førir 2-1 síðstu tríggjar dystirnar, men fara vit fimm ár aftur, so er NSÍ omaná sambært FaroeSoccer.

NSÍ er besta heimaliðið í deildini higartil í ár, tí NSÍ hevur vunnið allar sínar seks heimadystir, harav tann eina móti oddaliðnum HB, ið er einasta tapið hjá HB í 2020, venjingardystir íroknaðir. KÍ er næstbesta útiliðið higartil í ár. KÍ hevur vunnið fýra av seks útidystum og bara HB hevur betri hagtøl á útivølli. Dysturin í Runavík mánakvøldið byrjar kl. 18.30.

 

Innanhýsis dystir í landskappingini í Runavík:

2019: NSÍ-KÍ 0-1

2018: NSÍ-KÍ 2-1

2018: NSÍ-KÍ 0-1

2017: NSÍ-KÍ 2-2

2016: NSÍ-KÍ 2-0

2015: NSÍ-KÍ 4-1

2015: NSÍ-KÍ 3-0

Dystir: 7

NSÍ vunnið: 4

Javnleikur: 1

KÍ vunnið: 2