Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-NSÍ mikukvøldið: Kristian verður ikki við – men vónandi Rodrigo

Norðlýsið ÍTROTTUR

Kristian á Lakjuni verður ikki á KÍ-liðnum mikukvøldið ímóti NSÍ, tí hann skal skurðviðgerast fyri ein skaða í nøsini, men venjarin vónar at hava Rodrigo tøkan, hóast hann hevur ein lærskaða.

Formulahópurin hjá KÍ er ikki tann breiðasti í landinum, og tí skal ikki so nógv til, áðrenn tað merkist á valmøguleikunum hjá venjarunum.

Til dystin nú mikukvøldið í Klaksvík millum KÍ og NSÍ verður hópurin eitt sindur skerdur.

Kristian á Lakjuni verður ikki við, tí hann skal leggjast undir skurð týsdagin. Hetta er vegna ein skaða í nøsini.

Rodrigo, sum er ein av teimum rættiliga útsettu leikarunum í kappingini vegna sín framúr góða tekniska førleika, hevur ein lærskaða at stríðast við, men í stuttari viðmerking sigur høvuðsvenjarni, at teir vóna, at hann kann spæla mikudagin.

Á tí positiva bógnum frættist, at Símun Joensen fer at royna at venja hesa vikuna. Hann hevur trupulleikar í hælinum og hevur av tí verið noyddur at hildið ein steðg frá fótbóltinum, men nú roynir hann so aftur.