Verður tað sum tað plagar, so missa tríggir av FM kandidatunum stig komandi vikuskiftið.
Verður tað sum tað plagar, so missa tríggir av FM kandidatunum stig komandi vikuskiftið.
Komandi vikuskiftið er 3. umfar í Effodeildini á skránni. Dystirnir eru:
B36-NSÍ
EB/Streymur-TB/FC Suðuroy/Royn
Víkingur-Skála
ÍF-HB
07 Vestur-KÍ
NSÍ hevur vánalig hagtøl á útivølli móti B36
Fyri NSÍ er talan um ein sera truplan dyst. Eitt er at B36 telist millum sterkastu liðini í deildini eins og NSÍ, men nakað annað er, at NSÍ stendur seg heilt óvanliga illa í júst hesum dystinum í Gundadali vanliga. NSÍ hevur tapt ikki færri enn 9(!) teir seinastu dystirnar. Seinasta stigið hjá NSÍ í Gundadali móti B36 liggur 7 ár afturi í tíðini.
2016: B36-NSÍ 3-1
2016: B36-NSÍ 2-0
2015: B36-NSÍ 3-0
2015: B36-NSÍ 3-0
2014: B36-NSÍ 1-0
2013: B36-NSÍ 3-1
2012: B36-NSÍ 5-1
2011: B36-NSÍ 4-3
2010: B36-NSÍ 2-1
2010: B36-NSÍ 1-5
Dystir: 10
B36 vunnið: 9
Javnleikur: 0
NSÍ vunnið: 1
HB hevur tað merkiliga trupult í Fuglafirði
Hjá NSÍ kann ein kanska siga, at vánaligu úrslitini skyldast, at B36 øll hesi árini hevur myndað toppin og tí eigur tað at vera ein trupul dystur. Men hjá HB kann tað sama ikki sigast, tá liðið spælir í Fuglafirði móti ÍF. ÍF endaði nummar 2 í 2012 og 2013, men hevur annars ikki verið í topp 3. Av seinastu 10 dystunum hevur HB bara einaferð vunnið í Fuglafirði hóast HB sum oftast hevur endað frammanfyri á stigatalvuni.
2016: ÍF-HB 4-2
2015: ÍF-HB 1-1
2015: ÍF-HB 2-2
2014: ÍF-HB 2-2
2013: ÍF-HB 3-1
2013: ÍF-HB 0-2
2012: ÍF-HB 0-0
2012: ÍF-HB 2-0
2011: ÍF-HB 7-1
2011: ÍF-HB 3-0
Dystir: 10
ÍF vunnið: 5
Javnleikur: 4
HB vunnið: 1
Áðrenn hetta vóru úrslitini hesi:
2010: ÍF-HB 1-2
2010: ÍF-HB 2-1
2009: ÍF-HB 3-0
2009: ÍF-HB 1-3
2008: ÍF-HB 1-0
KÍ bara einaferð vunnið í Sørvági
Síðani 07 Vestur bleiv stovnað hava 07 Vestur og KÍ spælt 5 ferðir ímóti hvørjum øðrum í bestu deildini, harav ein dystur var í steypakappingini. Vit skulu 8 ár afturfyri at finna seinasta sigurin hjá KÍ í Sørvági.
2013: 07 Vestur-KÍ 2-1
2011: 07 Vestur-KÍ 2-2
2011: 07 Vestur-KÍ 1-0 (steypakapping)
2011: 07 Vestur-KÍ 3-3
2009: 07 Vestur-KÍ 1-3
Dystir: 5
07 Vestur vunnið: 2
Javnleikur: 2
KÍ vunnið: 1




