Sunnudagin verður venjingardystur í Klaksvík millum Effodeildar liðini hjá KÍ og NSÍ. Dysturin byrjar kl. 15.00.
Sunnudagin verður venjingardystur í Klaksvík millum Effodeildar liðini hjá KÍ og NSÍ.
KÍ hevur higartil spælt fýra venjingardystir. Tveir eru endaðir við javnleiki og tveir við tapi. Serliga í venjingarkappingini í Havn seinasta vikuskiftið hevði KÍ tað trupult. Men enn er meir enn ein mánaði eftir til fyrsta umfar, so úrslitini og spælið um hesa tíðina er neyvan serliga eftirfarandi.
KÍ og NSÍ møttust eisini í venjingarkappingini seinasta leygardag. Tá vann NSÍ 1-0 og kundi sigurin verið nógv størri útfrá leikgongdini. NSÍ sær út til at hava eitt gott lið í ár, nú teir hava styrkt seg nógv í vetur við Karl Løkin, Andy Olsen, Jonhard Frederiksberg og Einari Hansen umframt at Abraham Løkin stendur við róðrið.
Dysturin sunnudagin byrjar kl. 15.00.




