7. sigurin á rað kom til høldar, tá KÍ vann 3-1 á Víkingi í Klaksvík mikukvøldið.
Tað var annars ikki tað besta fótbóltsspælið í fyrra hálvleiki, har vælmannaða KÍ liðið hevði sera trupult við at skapa teir heilt stóru møguleikarnar. Hálvleiksstøðan var eisini 0-0. Í seinna hálvleiki kom meira lív í. Óttar Olsen legði Víking á odda, men so skoraði Jóannes Bjartalíð tvey mál, áðrenn David Langaard staðfesti KÍ sigurin móti endanum. 3-1 sigurin hjá KÍ var fult uppiborin, men hetta var ikki ein av bestu døgunum hjá hesum KÍ liðnum, sum fyri tað mesta hevði trupult við at fáa spælið at koyra.
B68 tapti 4-2 á Argjum og tað merkir, at KÍ nú er á 3. plássi í 1.deild uppá betri málúrtøku enn B68. Fríggjakvøldið verður toppdystur í 1.deild, tá Skála tekur ímóti KÍ og tá er eingin ivi um, at KÍ má vísa nógv betri spæl enn til hendan dystin, um liðið skal blíva tað fyrsta í ár, ið vinnur á Skála.




