Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ nýggjan hjálparvenjara

John William Joensen

KÍ hevur sett Eyðun Klakstein sum hjálparvenjara hjá besta liðnum í felagnum.

Tony Paris heldur fram sum høvuðsvenjari hjá KÍ, og hann fær næsta árið Eyðun sum hjálparvenjara.

Eyðun Klakstein er 33 ára gamal. Hann hevur spælt fótbólt á besta liðnum hjá KÍ í nógv ár, og seinnu árini hevur hann eisini verið venjari hjá yngru liðum í felagnum.

Eyðun hevur seinasta hálvtannað árið verið ungdómsvenjari hjá KÍ, og hann tekur í løtuni hægstu venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum.

– Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið Eyðun sum hjálparvenjara hjá Formulaliðnum. Eyðun hevur drúgvar royndir sum spælari, og hann hevur seinnu árini eisini víst sínar dygdir sum venjari, sigur Palli Ziskason, stjóri sp/f KÍ.