Tað er umráðandi at vit norðoyingar standa saman um KÍ. Uttan at hetta skal fatast sum ein kritikkur av tí orku sum tey leggja í, sum ótroyttiliga slíta seg fyri ungdómin í KÍ, so tykist felag okkara at hava tørv á at umhugsa sín ungdómsmenningar politikk.
Tað er umráðandi at vit norðoyingar standa saman um KÍ. Uttan at hetta skal fatast sum ein kritikkur av tí orku sum tey leggja í, sum ótroyttiliga slíta seg fyri ungdómin í KÍ, so tykist felag okkara at hava tørv á at umhugsa sín ungdómsmenningar politikk.
Í endamálsorðingini fyri ungdómsfótbóltin hjá KÍ stendur:
Felagið er av teirri áskoðan, at menningin av tí einstaka leikaranum skal
vera harmonisk og skal vera eitt úrslit av einari skipaðari og tilrættislagdari
venjing og innlæring, tillagað teim einstøku aldursbólkunum!”
Tað ræður sostatt um at tillaga avbjóðingar og krøv eftir teirri menning og búning,
ið áhaldandi fer fram. Umráðandi er:
* At vekja áhuga hjá børnum og ungum fyri fótbóltsspælinum, so at hesi
kunnu hava tað stuttligt og gerast vinir, bæði á liðnum og í felagnum.
Týdningarmikið er eisini at stimbra leikararnar til at hava ein góðan
og sunnan lívstíl.
* At geva leikarum møguleika at menna seg við samanhangandi venjing,
frá tí at tey koma upp í KÍ fyri skúlaaldur, til tey fara upp í
vaksnamannadeild felagsins.
* At fylgja sjónarmiði felagsins, at leikaratilgongdin til vaksnamanna-
deildirnar hjá KÍ í høvuðsheitum eigur at koma úr felagnum sjálvum.
* At tryggja KÍ væl skikkaðar og skúlaðar venjarar og skapa góðar og
tryggar venjingarumstøður.
* At uppala ein hugburð og felagsanda, sum hevur rót í tí besta í søgu og
siðvenju felagsins, og at menna medvitið hjá leikarum og leiðarum um
týdningin av at umboða KÍ á virðiligan hátt í dysti og í øllum høpi.
Hettar eru góð orð og øll 1990ini og langt inn í hesa øldina uppældi Kí bestu leikararnar sum mannaðu fremstu liðini í føroysku kappingini, men tað tykist sum at leikara menningar parturin er á einum vegamóti og treingir til umhugsan og nú kappingin er at enda er júst stundin komin til at fyrireika felagið til komandi kappingarár. Spennandi er at síggja tær íløgur sum kommunan hevur gjørt og fer at gera í umstøðurnar og neyðugt er at nevnd felag fylgir upp og megnar at at mannað lykla sessir soleiðis, at felagið megnar at bjóða ungdómi okkara eina væl skipað og tilrættislagdari venjing, innlæring og uppaling.
Ein greið og vælskipað ungdómsmenning er tað sum hevur størstan týdningin. Tó hevur hetta einki beinleiðis samband við um felagið megnar at gerast Føroyameistari í fremstu deildini.
Í fremstu deildini er hørð kapping millum fremstu feløgini í landinum og tí krevur tað eyka kapital styrki at standa seg.
At 80% av UEFA milliónunum endað í høvuðsstaðnum átti at fingið føroysku bygdafeløgini at sæð skriftini á vegginum, tí tað gevur onga meining at føroyingar bert satsar uppá landslið, samstundis sum stór øki í landinum sum Vágar, Suðuroy, Sandoy og norðoyggjar hava trupult at fáa fatur á pengum sum FSF seinri árini hevur eti í miðjuni á landinum.
FSF átti at verið felagsskapurin sum tryggjaði at allir limirnir fingu lut í menningini og at fremsta fótbóltsdeildin sum ber navn hjá stórkapitalinum í minstalagið var ein kapping fyri feløg um alt landið. Í staðin síggja vit hvussu feløgini á miðjuni í landinum deila pengar og leikarar sína millum samstundis sum fremsta fótbólts kappingin í dag er ein kapping einans fyri miðjuna í landinum.
At landskappingin ikki røkkur út um landið má broytast beinanvegin tí feløgini á miðjuni hava onga neyð, men tað stendur um lív úti um landið – har ungir leikarar ikki sleppa at kappast við tey bestu, uttan so at tey flyta inn á miðjuna.
Hetta krevur nýhugsan og at nevdarlimir ikki lata seg keypa av UEFA veitslu kapitalinum.




