Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og Maersk Air gjørdu avtalu

(
John Færø)

Á ein spennandi og ótraditionellan hátt skrivaðu KÍ og Maersk Air í hálvleikinum sunnudagin undir eina avtalu um samstarv, sum beint eftir varð hátíðarhildin við at vinningar vórðu “skotnir” út til áskoðararnar.

Í hálvleikinum í landskappingardystinum millum KÍ og FS Vágar fór fram ein óvanligt og hugnaligt tiltak, sum staðfesti, at KÍ nú eisini hevur fingið Maersk Air sum sponsor.

Tað vóru Stig Albrecht marknaðarstjóri hjá Maersk Air og Karl Birgir Isaksen fótbóltsnevndarformaður hjá KÍ, sum skrivaðu undir avtaluna.
– Hetta er ein umfatandi og spennandi avtala, sum strekkir seg yvir nøkur ár, upplýsir Karl Birgir Isaksen, sum fegnast um, at Maersk Air nú er ein av sponsorunum hjá KÍ.

Aftan á undirskrivingina fór fram ein serlig útluting av vinningum, sum neyvan man vera sædd ofta áður her á leiðum.
KÍ og Maersk Air høvdu útvegað eina trýstluftskanón, sum varð brúkt til at skjóta 10 vinningar út til áskoðararnar. Í “skotunum” vóru ymiskir vinningar, so sum t-shirt, keppar, flogferðaseðlar o.s.fr..
Ein óvanligur og spennandi háttur at luta út vinningar, og var hetta eisini ein spennandi løta fyri áskoðararnar.

Harleyfacadeacryl