Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og NSÍ dystast á Norðoyastevnusteypið

John William Joensen

KÍ skal á Norðoyastevnu spæla dyst ímóti toppliðnum úr Runavík – eitt steyp stendur upp á spæl

Landskappingin í mansfótbólti liggur still um vikuskiftið. Orsøkin er HM-dysturin hjá Føroyum ímóti Italia leygardagin.

Klaksvíkingar ætla sær tó at spæla fótbólt um vikuskifti, tí Norðoyastevna verður hildin, og vanligt er við fótbólti á fyrstu stóru summarstevnuni.

Formulaliðið hjá KÍ fer at spæla ímóti toppliðnum NSÍ sunnudagin. Tá liðini hittust í Klaksvík fyrr í ár, vann KÍ dystin, men nú fáa runavíkingar ein nýggjan møguleika at basa klaksvíkingum.

Spælt verður um eitt steyp, og dysturin verður bríkslaður í gongd sunnudagin kl. 15.00.