Skógvahandilin Kalos hevur gjørt avtalu við NSÍ og KÍ um marknaðarføring av einum serligum skógvið, sum Kalos hevur framleitt í Kina.
Í vikuni var Jeffri Johannesen, eigari av skógvahandlunum Kalos og Skós, í Klaksvík og gjørdu avtalu við Klaksvíkar Ítróttarfelag um at marknaðarføra serligu KÍ-skógvarnar.
Talan er um ein sera snotiligan skógv, ið ikki beinleis er ein sparki/renniskógvur, men meira hóskar seg til gerandisbrúk – ein gangiskógvur.
– Tá orði Branding er lyklaorð í marknaðarførðingini hjá fyritøkum í dag, kom hugskoti at gera ein serligan Kalos skógv. Og gjøgnum ein skógva framleiðara í Kina, og við hjálp frá lýsingar fyritøkuni Krea sum hevur verði við til at designa, bleiv hugskoti til ein verðuleika.
– Men tað vísti seg skjótt, at talan kundi ikki verða um svartaskógvar, tí tá skal ein kappast við kend og vældámd merkir.
– So kom hugskoti at framleiða ein skógv, sum hevði ávísan samleika og tí settu vit okkum í samband við nøkur fótbóltsfeløg um at sleppa – at framleiða skógvar við teirra ser-eyðkennum. Harafturat hava vit bundið okkum til eina samstarvsavtalu við ítróttarfeløgini og so var klárt at seta seg í samband við skógvaframleiðara í Kina.
– Vit royndu at finna framleiðarar í Evropa, men tá nøgdirnar hjá okkum jú ikki eru so stórar vísti tað seg skjótt, at kinesisku verksmiðjurnar vóru munandi bíligari.
– Tað hevur tikið langa tíð at finna fram til sniðið og hava vit í hesum sambandi eisini samstarva við marknaðardeildina hjá Norðoya Sparikassa.
– Eg má siga sum er, at eg eri sera væl nøgdu við skógvin og fríggjadagin verða KÍ og NSÍ skógvararnir hjá okkum til sølu í sølubúðunum.
– Sjálvur haldi eg at talan er um einki minni enn ársins jólagávu til KÍ og NSÍ fjepparar tí hetta er ein sera snotiligur skógvur at ganga í.
Sølan av KÍ- skógvinum byrjar fríggjadagin.




