Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ og NSÍ spældu seg í finaluna

Jákup Ósá

Í dag vóru hálvfinalurnar í Klaksvíkskappingini.

NSÍ vann 2-0 móti B36 við málum Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen. 

Í seinna dystinum vann KÍ 3-1 móti Víkingi. Talan var um javnan dyst, har KÍ tó hevði munin. M.a. sóu vit Jóannes Bjartalíð aftur á vøllinum eftir skaðan og hann skoraði dagsins flottasta mál við frísparki. 

 

KÍ-Víkingur 3-1 (1-1)

1-0: Patrik Johannesen (Upplegg: Óli Ey. Poulsen)

1-1: Sølvi Vatnhamar (Upplegg: Andreas L. Olsen)

2-1: Ole Erik Midtskogen

3-1: Jóannes Bjartalíð (Upplegg: Jonn Johannessen)

KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Óli Ey. Poulsen, Jákup B. Andreasen, Sebastian Avanzini, Boris Dosljak – Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð. Seinni komu hesir inn: Alessio Hyseni, Børge Petersen, Ole Erik Midtskogen, Jonn Johannessen og Jóannes Bjartalíð.

 

Finalan millum KÍ-NSÍ verður sunnudagin kl. 16.00. Kl. 13.30 spæla B36 og Víkingur dyst um 3. pláss.

Harleywoodpaint