KÍ hevði avísar trupulleikar við at vinna móti Skála, men tað eydnaðist at fáa øll trý stigini og tá so B68 tapti móti NSÍ, so økti KÍ munin niður til nummar 2 til 5 stig.
Oddaliðið KÍ við m.a. Hjalgrím Elttør og Óla Ey. Poulsen á liðnum tók ímóti Skála, sum undan dystinum lá á 8. plássi. Hóast KÍ var stórfavorittur, so skuldi hesin dysturin vísa seg at blíva spennandi til tað síðsta.
KÍ kom á odda í fyrra hálvleiki við langskoti frá Eivin Sørensen. Nakað av vindi var og hesin ávirkaði spælið. Bæði liðini høvdu aðrar stórar møguleikar at skora, men hálvleiksstøðan var 1-0.
Í seinna hálvleiki var spælið rótut eins og í fyrra hálvleiki og helst hevði vindurin sína ávirkan. Men fleiri stórir møguleikar vóru, serliga til KÍ. Skála hevði eisini onkran og kundi stolið eitt stig. Men 1-0 var endaliga úrslitið og sostatt fekk KÍ sín 10. sigur á rað.
NSÍ vann 2-0 móti B68 og tað ger, at KÍ nú hevur 5 stig niður til 2. pláss, har NSÍ nú er. ÍF tapti 4-2 móti HB og er dragnað nakað í toppstríðnum.
Støðan í toppstríðnum:
1. KÍ 31 stig
2. NSÍ 25 stig
3. B68 24 stig
4. ÍF 20 stig
5. B71 18 stig
Fyri at flyta upp, skal ein vera í minsta lagi í topp 3.


