Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ oldboys GULL-vinnarar 2008

John William Joensen

Í innleiðandi umfarinum møtti KÍ bæði B68 og B71 og tað endaði við at Kí vann hendan bólkin.

Vinnarin av hinum bólkinum bleiv 07 Vestur, og sostatt skuldu KÍ og 07 Vestur leika finalu.

Hesin dystur gjørdist ein sannur gysari. KÍ kom á odda 2-0 við málum frá Janus Ellingsgaard og Fríðin Ziskason,
07 Vestur kempaðu seg inn aftur í dystin og javnaði til 2-2 áðrenn dómarin floytaði fyri seinastu ferð.

Farið varð so beinleiðis til brotsspark-kapping. Okkara menn gjørdu ikki mætari enn at vinna brotssparkskappingina 4-3.

Tað frættist annars úr hópinum at Símun Gullaksen skoraði tvey sera góð mál í 5-2 sigrinum ímóti B71. Legendariski málverjin hjá B71 Valdemar Nowiski stóð prísgivin í málinum og kundi einki gera.

Oldboys dreingirnir hjá KÍ skriva seg í KÍ søguna, tí hetta er fyrstu ferð, at KÍ vinnur gull í old boys deildini.