Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ presenterar Rógva leygardagin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Leygardagin kl. 18.00 verður nýggi KÍ-spælarin Rógvi Jacobsen presenteraður í Café KÍ.

Í gjár gjørdist tað alment, at KÍ hevur keypt toppskjúttan á landsliðnum, Rógva Jacobsen, úr norska felagnum Hødd, og Rógvi  skal verða KÍ-spælari í øllum førum næstu tvey og eitt hálvt árini.

Leygardagin hevur KÍ almenna móttøku í Café KÍ, har Rógvi Jacobsen verður presenteraður og fær sína nýggju KÍ-troyggju, sum hann skal spæla í.

Móttøkan verður leygardagin kl. 18.00.