Tveir av KÍ leikarunum boðaðu frá í dag, at teir gevast á besta liðnum hjá KÍ.
Tveir av KÍ leikarunum boðaðu frá í dag, at teir gevast á besta liðnum hjá KÍ.
Undan dagsins dysti fekk Heðin á Lakjuni blómutyssi fyri at hava spælt sín seinasta dyst í bestu deildini. Hann kom inn seinastu løtuna og er tann leikarin í Føroyum, sum hevur spælt flest dystir.
Og eftir dystin í dag boðaði KÍ álopsleikarin Kenan Hajdarevic frá, at hann gevst at spæla í KÍ og í Føroyum.
Tískil er greitt, at KÍ í øllum førum missir tveir profilar. Hóast Heðin ikki spældi so stóran leiklut í ár, so er talan um leikaran, sum hevur spælt flestar dystir í føroyskum fótbólti.




