Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ reisti seg aftur

Jákup Ósá

KÍ fekk ein góðan enda uppá landskappingina áðrenn summarsteðgin við stórsigri í Fuglafirði.

Hjá KÍ fekk avrikið móti B36 avleiðingar. Sjey broytingar vóru gjørdar, har fýra leikarar vóru skiftir út, meðan tríggir skiftu pláss. M.a. var Meinhardt Joensen í málinum.

Linligt í fyrra hálvleiki

KÍ kom á odda í 9. minutti, tá ÍF leikari gjørdi sjálvmál. Hetta var fyrstu ferð, at vandi var á ferð, tí eingir møguleikar vóru í dystinum fyrstu løtuna. Men í 27 umfari javnaði Dánjal á Lakjuni, tá hann skeyt fríspark beinleiðis í mál frá eini fjarstøðu, sum sjáldan gevur mál. Men bólturin smeyg sær innum nærmastu stong. ÍF kundi komið á odda løtu seinni, tá fleiri ÍF leikarar knappliga vóru púra leysir, men Meinhardt Joensen bjargaði rondini frá Dánjal á Lakjuni. Hetta skuldi vísa seg at vera fyrsti og einasti stóri mál møguleikin hjá ÍF í øllum dystinum. Hálvleiksstøðan var 1-1, og tað var í tráð við leikgongdina, har tað gekk javnt á við nærum ongum mál møguleikum.

KÍ stýrdi øllum í seinna hálvleiki

KÍ stýrdi øllum í seinna hálvleiki. Beinanvegin økti Ahmed Mujdragic, eftir hornasparksinnlegg frá innskifta Jóannes Bjartalíð. Talan var um triðja málið, sum Ahmed hevur skorað í Fuglafirði. KÍ helt fram at stýra dystinum og seinasta partin av dystinum bragdaði. Fyrst slapp Albert Adu væl ígjøgnum, men skeyt á stongina og út. Løtu seinnu var hepnið meir við honum og tvær ferðir var KÍ toppskjúttin seinastur á bóltinum tá KÍ fekk mál. 4-1 var endaliga støðan.


Gott punktum fyri góðari fyrru hálvu hjá KÍ

Hjá KÍ hevði tað týdning at reisa seg frá stórtapinum móti B36. KÍ kom við sigrinum uppá 29 stig fyri 14 dystir, og tað má sigast at vera góð stigaúrtøka. Tað er nærum eins gott sum í 2002 og 2016, sum eru bestu kappingarárini hjá KÍ í hesi øldini. KÍ hevur sjáldan tikið nakað stórspæl fram og tað vísir, at kanska býr meir í liðnum enn vit hava sæð. KÍ viðhaldsfólkini ynskja nokk heldur úrslit enn gott spæl, um veljast skal. KÍ er við í stríðnum um meistaraheitið, har NSÍ hetta umfarið var stóri taparin, tá teir gulu taptu trupla útidystin á Skála.