(Dystarfrásøgn) Størsta partin av dystinum var KÍgreitt betra liðið í Runavík, men hóast nógvar góðar støður,so megnaði eitt væl skipað NSÍ lið at trýsta KÍ so mikið væl,at fáir heilt stórir møguleikar komu burturúr trýstinum. Móti endanum skoraði NSÍ tvey mál og hevði tí samanlagt uppiborið at koma í steypafinaluna.
KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussenhevði leikbann, meðan Sørmundur Kalsø var skaddur. Dion Splidtbyrjaði á høgra bakki, meðan Jákup B. Andreasen byrjaði ákantinum. NSÍ spældi í sterkastu uppstilling.
Vánalig byrjan hjá KÍ
KÍ skuldi skora minst eitt mál og helst tvey í dagsins dysti, tí NSÍ hevði fingið tvey mál í Klaksvík í2-2 javnleikinum í fyrra hálvleiki. Tað var tó NSÍ sum byrjaðinógv betri. Í 11. minutti bragdaði, tá Klæmint A. Olsen nærumburturúr ongum skoraði til 1-0 í fyrsta stóra møguleikanum. Menstutt eftir hetta tók KÍ yvir og sat tungt á dystinum fram tilendan av dystinum. Fleiri vandamiklar støður komu burturúr, menNSÍ liðið var væl skipað í verjupartinum, og tað gjørdi, at táKÍ kom til møguleikar ella skot, so blivu leikararnir trýstir somikið, at møguleikarnir ikki blivu heilt stórir. Hálvleiksstøðanvar 1-0 til NSÍ, men tað var ikki heilt í tráð viðleikgongdina, tí KÍ sat á tí mesta eftir málið hjá NSÍ.
KÍ møguleikin livdi til 79. minutt
Í seinna hálvleiki helt KÍ fram viðat trýsta. Men eins og í fyrra hálvleiki, so var NSÍ liðiðmeira avgjørt í brotsteiginum, tá KÍ skuldi til at skjóta mál.Fram til 78. minutt hevði KÍ nógvar støður, men heilt stórumøguleikarnir komu ongantíð og Símun Rógvi Hansen slapp frá atgera nakra stóra bjarging. Tá mongu innleggini komu, so var altíðeitt NSÍ bein ella høvd fyri áðrenn tað bleiv heilt vandamikiðella blivu leikararnir so mikið kroystir at teir ikki fingu gottskot á. NSÍ hevði eisini onkrar stórar møguleikar, men tað var KÍ sum sat á tí mesta. Í 78. minutti økti Árni Frederiksberg til 2-0, tá hannknappliga kom at standa púra leysur. KÍ skuldi framvegis skora tvey mál fyri at fáa longda leiktíð og minuttin aftaná skeyt JákupB. Andreasen á stongina. Nærri kom KÍ ikki, og í 80. minutti komÁrni Frederiksberg aftur at vera púra leysur og enn einaferð varhann tryggur. 3-0 og nú var dysturin avgjørdur.
Bara spenningurin manglaði
Líkindini vóru frálík og ein serastór áskoðarafjøld var møtt upp við Løkin í dag. Norðoyingarvóru møttir mannsterkir – neyvan hevur størri útiáskoðarafjøldverið til dyst í fleiri ár í Runavík – og settu sín góða dámá saman við heimaáskoðarunum. Vit fingu til tíðir gott spæl ognógv bleiv lagt fyri. Men tað sum manglaði í dystinum varspenningur. Hóast ein kundi telja tilsamans áleið 14 góðar støður hjá KÍ ímóti áleið 7 góðum støðum hjá NSÍ. Tí líka frá 11. minutti vóru tað minst tvey mál,sum skuldu til fyri at venda tí. Men fekk KÍ eitt mál burturúrtrýstinum, sum vardi í áleið ein tíma, so kom veruligurspenningur í og ein veit ikki, hvat tað hevði enda við. Men tannspenningurin kom ongantíð.
NSÍ kann vinna greipuna
NSÍ liðið hevur ment seg nógv íverjupartinum í ár. Spælistílurin er kanska ikki eins álopskendurog tað ger kanska sítt til, at liðið er betri í verjupartinum.NSÍ er tað liðið, sum hevur staðið seg best móti KÍ í ár.Liðið hevur avgerandi profilarnar til álopspartin í Klæmint A.Olsen og Árna Frederiksberg, sum næstan hvønn dyst skora ellaleggja upp til mál. Á miðvøllinum stríðast leikararnir báðarvegir og m.a. var Pól Jóhannus Justinussen í serflokki og fyltiheilt ótrúliga nógv. Men tað er í verjupartinum, at NSÍ vinnurdystirnar. Hóast KÍ leggur trýst á, so er NSÍ liðið vælskipað og megnar at trýsta KÍ leikararnar so at teir ikki koma tilteir nógvu heilt stóru møguleikarnar. Málverjin Símun RógviHansen ger einki mistak og í miðverjuni eru Per Langgaard og JensJoensen blivnir eitt sannførandi miðverjupar. NSÍ vann samanlagt5-2, og tá teir gula duga so nógv betri at skora mál og samstundis verja fyri, so er eingin ivi un, at NSÍ hevur uppiborið plássið í steypafinaluni, sum verðurímóti B36. NSÍ er eisini partur av oddastríðnum ílandskappingini og kann tí vinna greipuna, tí liðið tykist havadygdirnar til tað. Hjá KÍ verður tað ikki nakar túrur tilsteypafinaluna í ár, men tað var neyvan so óvæntað, tá KÍikki megnaði at vinna betri útgangsstøðið á heimavølli, tívøllurin í Runavík er eftir hondini blivin ein marra hjá KÍ, sumí seinastu fimm dystunum við Løkin hevur tapt fýra ferðir ogbara skorað eitt mál.
Niðanfyri kann dysturin síggjast á youtube rásini hjá KVF.




