Hóast KÍ ikki vil gera viðmerkingar til tíðindini, so bendir alt á, at samráðingar eru millum KÍ og Mikkjal K. Thomassen um venjarastarvið í KÍ.
Sum myndin vísir, so var Mikkjal K. Thomassen í Fuglafirði í gjár, har ÍF og KÍ spældu. Ítróttarstjórin í KÍ, Niclas K. Niclasen, vil ikki gera viðmerkingar til, um KÍ og Mikkjal hava samráðingar.
– Hatta havi eg onga viðmerking til. KÍ og Eyðun Klakstein hava sáttmála fyri 2014 og hann verður ikki brotin. Hvat hendir í 2015 er trupult at siga, men sjálvandi hyggja vit uppá ymiskar møguleikar, sigur Niclas K. Niclasen.
Norðlýsið skilir, at tað var ikki av tilvild, at Mikkjal var í Fuglafirði í gjár. Samband er millum hann og KÍ og sum skilst er tað til 2015, at KÍ ynskir at fáa Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara. At Mikkjal er at síggja til dystirnar hjá KÍ nú kundi eisini bent á, at KÍ leikararnir spæla fyri sínari framtíð írestandi dystirnar í ár.
Myndina tók Símun á Høvdanum í Fuglafirði í gjár.




