Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ sett met í reyðum kortum

Jákup Ósá

Sunnudagin fekk KÍ sítt 7. reyða kort hetta kappingarárið. Tað er ikki komið fyri fyrr í søgu felagsins.

Enn eru 13 dystir eftir at spæla, men longu nú hevur KÍ sett met. Í øllum førum í søgu felagsins, tí ongantíð áður hevur liðið fingið 7 reyð kort eitt kappingarár áður.Eitt heldur ódámligt met at fáa, sum felagið helst hevði vilja verið fyri uttan. Í Føroyum er tað komið fyri fyrr, at lið hava fingið fleiri enn 7 reyð kort. Vit síggja í øllum førum, at GÍ fekk 8 reyð kort í 2006. Í 2006 fekk VB/Sumba eisini 7 reyð kort.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir, hvussu nógv reyð kort KÍ hevur fingið aftur til 1984. 

2014: 7 (14 umfør leikt)

2013: 4

2012: 4

2011: 4

2009: 6

2008: 2

2007: 4

2006: 5

2005: 3 (Her byrjar kappingin at hava 27 umfør í mun til 18 umfør áðrenn)

2004: 1

2003: 0

2002: 0

2001: 3

2000: 6

1999: 1

1998: 5

1997: 5

1996: 2

1995: 3

1994: 2

1993: 0

1992: 1

1991: 1

1990: 2

1989: 2

1988: 2

1987: 1 (Her byrjar kappingin at hava 18 umfør í mun til 14 áðrenn)

1986: 0

1985: 2

1984: 0

Áðrenn hetta vóru dómaraseðlarnir ikki fullfíggjaðir yvir reyð kort. Dystirnir vóru ikki nógv áðrenn hetta. Frá 14 og heilt niður á 8 longri afturi í tíðini.

Kelda: FaroeSoccer