Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ sett venjarar til Formulaliðið

John William Joensen

Eyðun Klakstein verður venjari, og Trygvi Mortensen verður hjálparvenjari.

Tíðindaskriv frá KÍ:

KÍ sett venjarar til Formulaliðið

KÍ hevur nú sett venjarar at taka sær av Formulaliðnum hjá felagnum fyribils. Eyðun Klakstein verður venjari, og Trygvi Mortensen verður hjálparvenjari. Teir báðir skulu hava ábyrgdina av besta KÍ-liðnum næstu tíðina.

– Vit fegnast um, at vit fyribils kunnu loysa venjaraspurningin við eini innanhýsis loysn í felagnum. Bæði Eyðun og Trygvi hava hægstu venjaraútbúgving, teir hava báðir royndir sum spælarar og venjarar, og vit halda, at teir eru sera væl egnaðir til hesa uppgávuna, sigur Aksel Johannesen, nevndarformaður í sp/f KÍ, sum rekur Formulaliðið.

Eyðun Klakstein er 34 ára gamal og úr Klaksvík. Hann hevur í ár verið hjálparvenjari hjá Formulaliðnum. Eyðun hevur tikið A-venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssambandi Føroya og hevur drúgvar royndir sum spælari á hægsta stigi í Føroyum. Hann hevur eisini verið ungdómsvenjari í KÍ seinnu árini.

Trygvi Mortensen er 39 ára gamal og er úr Runavík. Hann hevur tikið elituvenjaraútbúgvingina hjá FSF og hevur drúgvar royndir sum bæði spælari og venjari á hægsta stigi í Føroyum. Í ár hevur Trygvi vant 1. deildarliðið hjá KÍ.

Avtalan millum KÍ og nýggju venjararnar hjá Formulaliðnum er fyribils galdandi fram til summarsteðgin.