Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ setti HB av

Jákup Ósá

HB hevði undan hesum kappingaárinum ”keypt” fleirileikarar og liðið sá sterkt út. Men tað sær ikki út til at geva bestu úrslitini higartil. Tí í dag varklassamunur, tá HB vitjaði í Klaksvík og longu nú liggur HB 9 stig aftanfyri KÍ.

 

Við úrslitinum í dag kann ein siga, at HB neyvan kemur at stríðast um FM. Dysturin millum KÍ og EBS/Skála verður helst FMdysturin.  KÍ vann hesaferð tryggan 4-0sigur og tað sigur alt um styrkismunin á liðunum. Klassamunur var á liðunum, hóast tey flestu væntaðu javnan dyst.  Við sigrinum í dag kom KÍ áoddasessin, men við einum dysti fleiri enn EBS/Skála. Málini hjá KÍ skoraðu Eyðvør Klakstein(2), Rannvá B. Andreasen og Sigrid Jacobsen.