Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ setti punktum við stórsigri á B36

Oliver Joensen

Gullvinnararnir vunnu heili 6-2 á silvurvinnarunum í seinasta dystinum í kvinnudeildini í ár. KÍ hevði stóra yvirvág í spælinum, og sigurin var ongantíð í vanda

Leygardagin spældu KÍ-kvinnurnar seinasta dystin í hesum kappingarárinum. Dysturin var ímóti B36, sum er næstfremst, men tað endaði við einum tryggum sigri til KÍ. Longu eftir góðar 20 minuttir var KÍ á odda 3-1, og í seinna hálvleiki økti KÍ tríggjar ferðir, áðrenn B36 minkaði um munin til endaliga úrslitið 6-2.

Vivian Bjartalíð legði KÍ á odda, og hini bæði málini í fyrra hálvleiki skoraðu Malena Josephsen og Rannvá Andreasen. Í seinna hálvleiki skoraði Rannvá hattrick. Málini hjá B36 skoraði Ása Dam á Neystabø.

Eftir dystin handaðu umboð fyri FSF KÍ kvinnunum gullmerkini og steypið, sum tær hava vunnið til ognar, og B36-kvinnurnar fingu silvurmerkini.

Við sigrinum legði KÍ seg heili 15 stig fram um næstfremsta liðið í deildini, og tað man vera met í bestu kvinnudeildini. Hetta er í øllum førum tryggasti sigurin í landskappingini hjá KÍ-kvinnum nakrantíð.