Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ siglir vandasjógv: TIME TO DELIVER, KÍ !!

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hóast KÍ-liðið á pappírinum hevur eitt góðan hóp av leikarum, harav onkrir eru komnir síðan kappingarbyrjan fyri at styrkja liðið, so eru tey seinastu úrslitini ikki frægari enn í fyrru helvt av kappingini.

Við kappingarbyrjan var KÍ – í øllum førum í ávísan mun – eyðkent av at hava fleiri av egnum unglingaleikarum á Formulaliðnum ella á beinkinum, og krøvini til liðið vóru av tí sama ikki tey mest ógvisligu.

Fólk dugdu at síggja, at hesir leikarar, sum ikki enn hava fingið royndir í Formuladeildini, skulu hava tíð til at mennast og betrast. Kortini var forstáilsi fyri at geva teimum spælitíð, tí hetta er jú einasti máti hjá teimum at betra seg til vinnarar á Formulastøði.

Trilvandi byrjan
við ungum liði

KÍ tapti tríggjar teir fyrstu dystirnar í Formulakappingini:

01. umfar: 0-4 ímóti EB/Streymi úti
02. umfar: 1-2 ímóti HB heima
03. umfar: 1-2 ímóti Skála úti
04. umfar: 2-2 ímóti ÍF úti

Sostatt hevði KÍ bara 1 stig eftir 4 umfør, og tær reyðu lampurnar lýstu.

Nú mátti vend koma í, og tað gjørdi tað eisini.

Tann stabila
miðperiodan

Eftir hetta kom vend í á tann hátt, at liðið kom inn í eina røð av dystum uttan at tapa:

05. umfar: 2-1 ímóti B71 heima
06. umfar: 1-1 ímóti B68 úti
07. umfar: 2-1 ímóti B36 heima
08. umfar: 3-3 ímóti Víkingi úti
09. umfar: 1-1 ímóti NSÍ heima
10. umfar: 0-0 ímóti Skála heima
11. umfar: 1-0 ímóti HB úti

Samanlagt 3 sigrar, 4 javnleikir og 0 ósigrar í 7 umførum var ein sera góð og stabil úrslitarøð, má sigast.

Men av tí at javnleikirnir vóru rímiliga nógvir, gav hendan røðin ikki eins nógv stig, sum hon kundi, um onkrir javnleikir høvdu enda við sigri ístaðin.

Samanumtikið var tó gott at fáa 13 stig í 7 dystum, og avrikið verður enn betri, tá ið ein hevur í huga, at KÍ hesa tíðina hevði ein rættiliga avmarkaðan hóp av leikarum, tí fleiri skaðar gjørdu um seg, og tí vóru lutfalsliga nógvir unglingar á liðnum.

5 ósigrar og 2 sigrar
í síðstu 7 dystunum.

Men her endaði tann stabila periodan hjá KÍ, og ósigrarnir  byrjaðu aftur at vitja:

12. umfar: 2-3 ímóti EB/Streymi heima
13. umfar: 0-2 ímóti B71 úti
14. umfar: 2-0 ímóti B36 heima
15. umfar: 0-1 ímóti ÍF úti
16. umfar: 0-1 ímóti B68 heima
17. umfar: 4-2 ímóti NSÍ úti
18. umfar: 1-2 ímóti Víkingi heima

Alt í alt 5 ósigrar og 2 sigrar í 7 teimum seinastu umførunum er sjálvandi als ikki nøktandi.


Time to deliver!!

Tað merkisverda er, at KÍ hesa seinastu tíðina hevur fingið onkrar leikarar afturat við royndum, samstundis sum skaddir leikarar í fræga endanum eru komnir aftur, og liðið, sum spælir í løtuni, er meira rutinerað enn KÍ-manningin, sum spældi fyrr í kappingini.

Hetta er helst ein eitt sindur fýrakantað niðurstøða, men nakað er tó um hetta, og tí halda vit okkum kunna seta verandi KÍ-liði krøv um betri – og serliga meira støðug – avrik, enn tilfeldið er í løtuni.

Sagt á altjóða málið, so er “time to deliver!!” – tíðin er komin hjá teimum royndu monnunum á  KÍ-liðnum at vísa tað virði, sum vit vita, at teir hava.

So guys – time has come to deliver!! Annars kann tað enda heilt galið hjá KÍ, hvørs besta lið ongantíð í glæsiligu søgu sínari hevur verið í aðrari enn bestu deildini í føroyskum kappingini!!

Come on, dreingir – vísið hvørjir tit eru!!
Vísið, at tað er munur á vaksnum monnum og unglingum!!
Ella er eingin munur?!

KOYR Á KÍ !!!