Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ skal í Gundadal týskvøldið

Jákup Ósá

Útsetti dysturin millum HB og KÍ skal eftir ætlan spæla í annaðkvøld.

Dysturin skuldi upprundaliga spælast í Klaksvík 19. januar. Men hann bleiv útsettur, og nú hava liðini avstalað at spæla dystin í Gundadali í Tórshavn týskvøldið kl. 19.00. Tað skal tó takast fyrivarni fyri, at kavin kann ávirka soleiðis, at dysturin aftur verður útsettur. Sum skilst er ikki spælandi í Gundadali í kvøld fyri kava. (Dagført 29.01 kl. 12.49: Dysturin verður spældur sum ætlað kl. 19.00)