Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ skal prógva seg á Svangaskarði

Jákup Ósá

Tað metir ítróttarredaktørurin í Miðalhúsinum.

Tað metir ítróttarredaktørurin í Miðalhúsinum.

3-2 sendingin viðgjørdi Effodeildina í kvøld. Tróndur Arge, ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum, var gestur og hann viðmerkti m.a. støðuna í KÍ.

– Kennir man KÍ rætt, so kunnu teir standa við skegginum í postkassanum á Toftum næsta vikuskiftið. Liðið hevur ikki funnið samansetingina, sum kann halda yvir nógvar dystir sum t.d. hjá Víkingi. Men um tað byrjar nú og teir kunnu fáa góð úrslit her móti endanum, so er ein nýggj støða, segði Tróndur Arge m.a og vísti á, at KÍ ikki er so vánaligt lið, sum man kanska hevur gjørt teir til.

Eisini viðgjørdu teir venjaraspurningin í KÍ, har støðan er rættuliga spent í løtuni, nú Mikkjal K. Thomassen fyri vikum síðani var sagdur at vera í samráðingum við KÍ. Síðani tá hevur núverandi KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, fóðrað leiðslu og áskoðarum við 7 stigum móti Víkingi í Sarpugerði, B36 í Gundadali og HB við Djúumýru.

3-2 sendingin kann síggjast her og viðmerkingarnar um KÍ byrja á 26.30 minutti.