Fyri fyrstu ferð verður ein fótbóltsdystur spældur á Sjómannadegnum í Klaksvík.
Leygarkvøldið spæla KÍ-Skála landskappingardyst í Klaksvík. Orsøkin fyri, at dysturin er leygarkvøldið er, at KÍ fær fýra dagar hvíld til dystin móti B36 mikukvøldið 21. august.
Leygardagin er Sjómannadagur í Klaksvík, so hetta ger, at fyri fyrstu ferð nakrantíð verður landskappingardystur í bestu deildini spældur á Sjómannadegnum í Klaksvík. Dysturin er millum KÍ-Skála og byrjar kl. 19.45. Dómari verður Dagfinn Forná.


