Kappingin um FM heitið hjá U18 er harðna aftur eftir at KÍ vann greiðan sigur á oddaliðinum NSÍ í Klaksvík í kvøld.
Kappingin um FM heitið hjá U18 er harðnað aftur eftir at KÍ vann greiðan sigur á oddaliðinum NSÍ í Klaksvík í kvøld.
KÍ mátti vinna í kvøld fyri at varðveita FM vónina og tað gjørdi heimaliðið eisini so ruddiliga. Jákup Pauli Ziskason bleiv stóri leikarin, og longu eftir 7 minuttum hevði hann skorað tvær ferðir. NSÍ minkaði við máli frá Jákup Andrias Gaardbo, men beint fyri hálvleik skoraði Jákup Pauli aftur. Í seinna hálvleiki staðfesti Evindur Sørensen trygga sigurin hjá KÍ.
Støðan eftir dystin er tann, at NSÍ er á odda við 34 stigum. KÍ er nr. 2 við 28 stigum, men hevur leikt ein dyst færri. B36 er nr. 3 við 17 stigum og sama dystartali sum KÍ.
KÍ hevur hesar tríggjar dystirnar eftir: EBS/Skála (úti), B36 (úti) og Víking (heima).
NSÍ hevur hesar dystir eftir: B36 (úti) og EBS/Skála (heima).
KÍ skal sostatt hava hjálp frá antin B36 ella EBS/Skála fyri at vinna FM og samstundis vinna allar dystirnar sjálvir. At síggja til er fyrsti lykladysturin í Gundadali komandi mánakvøld, har B36 tekur ímóti NSÍ. Vinnur NSÍ tann dystin, so er FM heitið helst avgjørt. B36 hevur bronsuna at spæla fyri umframt at teir kunnu arga og taka stig frá báðum oddaliðunum seinastu umførini.




