Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ skelkur: So leingi er Jonas úti

Jákup Ósá

Tað eru ikki góð boð til KÍ, nú skaðin hjá KÍ verjuleikaranum Jonas Flindt Rasmussen fyribils er uppgjørdur.

Tað eru ikki góð boð til KÍ, nú skaðin hjá KÍ verjuleikaranum Jonas Flindt Rasmussen fyribils er uppgjørdur.

Tað var undir upphitingini hóskvøldið, at Jonas Flindt Rasmussen fekk eina fiburspreinging í tjúkkan. Sum Norðlýsið skilir, so sigur fyrsta forsøgnin, at hann verður úti í 3-4 vikur. Men sum skilst, so var hann uttanfyri í 6 vikur seinast hann hevði ein líknandi skaða.

Tað eru 5 vikur eftir til liðini fara í summarfrí. Sostatt spælir Jonas Flindt Rasmussen ikki aftur aftur áðrenn summarfrítíðina í ringasta føri.

KÍ møtir HB (heima), Víking (heima), ÍF (heima), AB (úti), EB/Streymi (heima) og Skála (úti) áðrenn summarfrítíðina.