Av 45 møguligum útskiftingum hevur KÍ brúkt tær 43 av teimum.
15 umfør eru leikt í Effodeildini og tað merkir, at hvørt lið hevur kunnað gjørt 45 útskiftingar. KÍ er tað liðið, sum oftast hevur skift út. 43 ferðir hevur KÍ skift út, meðan EB/Streymur hinvegin bara hevur skift út 30 ferðir. Tað eru nógvar orsøkir fyri, hví lið brúka allar útskiftingar ella ikki. Summir dystir kunna vera soleiðis, at venjarin ikki sær tað vera neyðugt at skifta út. Aðrar dagar kann venjarin velja at ikki skifta út, tí hann ikki metir útskiftararnar hava nøktandi kvalitet í mun til teir sum spæla. Tá kann ein siga, at slík tøl siga nakað um breiddina í hópinum, men hetta er neyvan øll frágreiðingin. Tað kann skunda uppundir útskiftingar, um avrikini eru vánalig ella um liðið er langt frammanfyri. Men givið er, at tey trý ovastu, KÍ, HB og AB, øll hava hópar, har teir á bonkinum ofta kanska ikki hava so nógv lægri støðið enn teir ”seinastu” leikararnir í uppstillingini.
Listin yvir útskiftingar sær soleiðis út:
KÍ 43
AB 41
HB 40
NSÍ 39
B36 33
Víkingur 37
B68 33
ÍF 32
EB/Streymur 30




