Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ smádreingir kunnu koma í hálvfinaluna

Norðlýsið

Fyrrapartin fríggjadagin spæla KÍ smádreingir dyst ímóti norska felagnum Storhamar. Vinnarin av dystinum kemur í hálvfinaluna í Football Festival Denmark

Tað hevur gingið væl hjá KÍ smádreingjum í stórari altjóða fótbóltskapping í Århus. Lið úr 19 londum eru við í Football Festival Denmark, og nú nærkast kappingin endanum.

KÍ smádreingirnir eru framvegis við millum tey bestu liðini í kappingini, og fríggjamorgunin spælir KÍ avgerandi dyst ímóti norska felagnum Storhamar. Tað liðið, sum vinnur dystin, kemur í hálvfinaluna í sterku kappingini.

KÍ-liðið hevur góðar vónir til dystin, sum væntandi verður bæði tættur og spennandi. Málið hjá liðnum er náa heilt fram í kappingini, og eitt týðandi stig skal takast fríggjadagin.

Liðini, sum eru eftir í A-kappingini hjá smádreingjunum, eru Kampala Kids úr Uganda, Storhamar og Grúner úr Noregi, FC Nordsjælland og Søllerød/Vedbæk úr Danmark og KÍ.