Leygardagin kl. 11.00 spæla KÍa smádreingir seinasta landskappingardystin á árinum. Um KÍ vinnur dystin, er liðið føroyameistari
Tað hevur gingið væl hjá KÍ smádreingjum í ár. Liðið hevur spælt við í meistarabólkinum alt árið, og KÍ hevur ikki tapt í teimum 17 dystunum, sum eru spældir higartil.
Kappingin hjá smádreingjum er skipað í eitt grundspæl og eitt endaspæl. Grundspælið vann KÍ sera sannførandi, tí liðið vann allar sínar 8 dystir. Í endaspælinum hevur kappingin verið eitt sindur javnari, og KÍ hevur spælt tveir javnleikir, men í teimum avgerandi toppdystunum móti endanum av kapingini, hevur KÍ vunnið á HB og TB.
KÍ liggur tí fremst í meistarabólkinum, nú seinasti dystur verður spældur ímóti EB/Streymi leygardagin. KÍ er tvey stig frammanfyri HB, og KÍ skal tí hava í minsta lagi javnleik í dystinum leygardagin fyri at vinna FM.
Dysturin ímóti EB/Streymi verður í Klaksvík leygardagin kl. 11.00.




