Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar

Jákup Ósá

Tað var eingin spenningur á Svangaskarði.

KÍ-venjarin hevði gjørt fimm broytingar í uppstillingini, tær flestu vegna skaðar, so hópurin bleiv brúktur. KÍ avgjørdi alt í fyrra hálvleiki, tá Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg (beinleiðis fríspark) skoraðu. Einasta málið í seinna hálvleiki skoraði Páll A. Klettskarð, so KÍ vann 3-0.

KÍ megnaði sostatt at vinna trygt á B68, sum annars hevur staðið seg væl í fleiri av dystunum móti ovaru liðunum og tað at KÍ annan dystin á rað skoraði meir enn eitt mál kann benda á, at gongdin hjá KÍ við at hava torført við at skorað mál í nógvum dystum kanska er við at venda.

Hóskvøldið verður lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum.

Harleyfacadeacryl