Tað váttar Tummas Lervig, formaður í KÍ, í kvøld.
Tað váttar Tummas Lervig, formaður í KÍ, í kvøld.
Fyrr í dag skrivaðu vit, at 13. umfar í Effodeildini verður leikt sunnudagin sum ætlað frammanundan. Tó kundi liðini avtalað innanhýsis, um dystirnir skuldu flytast. Og tað er tað, ið nú er hent. Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur í kvøld, at KÍ og NSÍ eru samd um at flyta dystin, soleiðis at KÍ og NSÍ spæla sunnudagin 5. juni á Norðoyastevnu kl. 15.00.
Hjá NSÍ skal Árni Frederiksberg giftast leygardagin og sum skilst er tað av hesari orsøk, at NSÍ vildi flyta dystin, og tað hevur KÍ játtað. Bæði liðini hava hvør sín A-landsliðsleikara, Páll A. Klettskarð hjá KÍ og Klæmint A. Olsen í NSÍ, og hesir koma aftur til Føroyar leygardagin á Norðoyastevnu. Sum skilst vera allir hinir dystirnir í 13. umfari leiktir sunnudagin sum ætlað.




