Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ stendur til at tapa dystin í kvøld

Oliver Joensen

Dysturin ímillum KÍ og Gí, sum byrjaði kl. 17 í dag, sær út til at fara at enda við einum sigri til GÍ.

KÍ legði út sum eitt óløgi, men sjálvt um teir trýstu GÍararnar í botn, so var sjálvdan vandamikið frammanfyri GÍ málið.
Hinvegin dugdu GÍ-ararnir at vera neyvir í kontraálopunum. Hetta hevði við sær at fyrri hálvleikur endaði við einum 2-0 sigri til GÍ. Júst nú, bert umleið 15 minuttir eru eftir av dystinum, hevur GÍ skorað til 3-0.
Sigast má, at gongdin seinastu tíðina hevur verið ein rættulig oyðimarkagongd fyri KÍ.