Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ steypavinnari hjá U17 gentum

Jákup Ósá

Tórsvøllur (Mótasteypið): KÍ og Víkingur spæla í løtuni steypafinalu íkappingini um mótasteypið.


KÍ byrjar soleiðis: Annika Arge, Katrina Akursmørk, Tina Joensen, Lisa Joensen, Ása K. Olsen, Jancy Jacobsen, Gydny Johannesen, Tóra Mohr og Hervør Olsen.  

15 min.: Higartil hevur dysturin verið javnur, har Víkingurhevur havt bóltin meira, meðan KÍ hevur havt størsta møguleikan, tá GudnyJohannesen hevði eina roynd á yvirleggjaran. Framvegis 0-0.

20 min.: Framvegis 0-0, men Víkingur hevði júst eina góða roynd, har KÍ málverjin Annika Arge stórbjargaði.

25 min.: Hervør Olsen hevði størsta møguleikan í dystinum nú, tá hon kom at standa púra leys nakað úti í høgru síðu. Men skotið fór í síðunetið. Framvegis ein javnur dystur við fleiri møguleikum.

Hálvleikur: Støðan er 0-0 í hálvleikinum. Dysturin hevur verið rættuliga javnur, har bæði liðini hava havt sínar møguleikar. Teir størstu hevur KÍ havt, meðan Víkingur í sjálvum spælinum kanska hevur verið betra liðið.

Dysturin kann annars streamast á FSF heimasíðuni HER

50 min.: Seinni hálvleikur er byrjaður og tað gongur javnt á uttan stórar møguleikar.

55 min.: 1-0 til KÍ! Tóra Mohr legði inn fyri úr høgru. Frammanfyri málinum vann Evy á Lakjuni bóltin í nærdystinum við Malenu Hansen.

65 min.: 1-1 Jensa Olsen javnaði við framúr langskoti. 

68 min.: KÍ svarar skjótt aftur. Innlegg úr høgru aftur og eftir trunkaspæl endar tað við, at Hervør Olsen, ið helst hevur verið vandamiklasti KÍ leikarin, fær bóltin í málið. 2-1 til KÍ.

77 min.: Tíðin var um at vera farin, tá Víkingur javnaði eftir hornasparks innlegg. 2-2.

Vanliga leiktíðin farin: 2-2 endaði vanligi dysturin. Nú verður farið undir longda leiktíð á 2×10 minuttir.

87 min.: KÍ hevur verið betra liðið í longdu leiktíðini. Ása K. Olsen hevði júst eitt langskot á yvirleggjaran og beint frammanundan luktaði av brotssparki, tá Hervør Olsen fór um koll í Víkinga brotsteiginum, men floytan tagdi.

90 min.: Hálvleikur og framvegis 2-2. Her gongur ímóti javnleiki og brotssparkskapping, men bæði liðini leggja nógv fyri at vinna dystin.

96 min.: 3-2 til KÍ. Hervør Olsen rann frá Víkinga verjuna og skoraði trygt. Spurningurin er, um Víkingur kemur aftur fyri triðju ferð?

Liðugt: 3-2 til KÍ!