Framúr góðu hagtølini hjá KÍ í FM-finalum í Tórshavn eru framvegis galdandi.
Í Norðlýsinum seinast skrivaðu vit um, hvussu væl KÍ hevur staðið seg søguliga sæð í Gundadali, tá FM-finalur hava verið. Núverandi leikarar hava nú skrivað seg inní somu søguna.
FM-finalur hjá KÍ:
1942: KÍ-TB 4-1 (Leikt í Tórshavn)
1945: SÍ-KÍ 0-1 (Leikt í Tórshavn)
1960: KÍ-HB 0-1
1966: HB-KÍ 2-4 (næstseinasta umfar)
1968: HB-KÍ 1-3
1971: KÍ-HB 1-2
1972: HB-KÍ 1-1 (KÍ nokk við javnleiki)
1983: GÍ-KÍ 5-1
2019: B36-KÍ 0-3
Dystir: 9
KÍ vunnið: 6
KÍ tapt: 3
Allir sigrarnir eru komnir í Gundadali í Tórshavn og øll tapini eru komin antin í Norðragøtu ella í Klaksvík. So KÍ hevur gjørt slætt borð, tá FM-finalur hava verið í Gundadali.


