Í samband við at KÍ í ár er 100 ár, skipað KÍ-stuðlar í Havn fyri innsavning av peningi sum gávu til KÍ
KÍ-Stuðlar Tórshavn er eitt áhugafelag í Tórshavn, sum hevur til uppgávu, at stuðla KÍ ítróttarliga og serliga fíggjarliga. Felagið hevur verið virkið í nøkur ár, og nú eru teir so komnir við einari heimasíðu.
Heimasíðuni: www.ki-klaksvik.fo/kistudlar/ki.htm
Á heimasíðundi stendur soleiðis skrivað:
Upprunin til felagið var eitt ynski hjá útisetum um onkusvegna at veita Klaksvíkar Ítróttarfelag størri stuðul enn bert at spáka niðan í Gundadal, tá fyrsta mansdeild hjá KÍ kom á vitjan í høvuðsstaðnum og so kanska eisini ein túr á vøllin at telja mál, tá klaksvíkskvinnur komu suður.
Fimm mans stungu høvdini saman. Hvussu kundu vit stuðla Klaksvíkar Ítróttarfelag?
Vit máttu allir viðganga, at vit hava fingið ta lívslongu, kronisku KÍ-bacilluna, og at slíkir persónar eru til, í sær sjálvum er ein stuðul til KÍ.
Vit eru tó so mikið realistiskir, at vit vita fullvæl, at tann mesti mátin at hjálpa KÍ er at fáa pening til vega.
Høvuðsinntøka felagsins er limagjald, og í sambandi við 100 ára dagin hava vit eisini gjørt av at gera eina roynd at strekkja okkum eitt sindur longur við einari føðingardagsgávu til KÍ.
Hesum verður greitt nærri frá aðrastaðir á hesari leinkju á heimasíðu Klaksvíkar Ítróttarfelags. Tygum fáa høvi til at lata KÍ pening og at tekna tygum sum lim í felag okkara, tí øll kunnu gerast limir í KÍ-stuðlum Tórshavn fleiri limir okkara búgva júst í Klaksvík, og annars hava vit limir runt um alla verðina
Forrestin: Limagjaldið ásetir hvør einstakur limur sjálvur!
Viðtøkur felagsins, innlimingarskjal og nærri kunning frá nevnd felagsins eru eisini at finna.
Eisini ber til at fylgja við í, hvussu nógv kemur inn til føðingardagsgávuna.




