Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ tapti 1-0 móti GAIS

Jákup Ósá

Svenska liðið var omaná í venjingardystinum í Albir.

Í fyrra hálvleiki var GAIS greitt omaná, men KÍ vardi fyri tað mesta væl. KÍ hevði tó sera torført við at varðveita bóltin. Í seinna hálvleiki kom KÍ betri við, men tað var GAIS, sum fekk einasta málið. KÍ misti bóltin í uppspælinum í vinstru og so gekk skjótt fyri seg. Innlegg kom útfrá og so var 1-0. Filip Brattbakk og Daniel Johansen fingu góðar møguleikar, men inn fór bólturin ikki.

KÍ byrjaði við hesum: Mark F. Jensen – Gilli R. Sørensen, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – Hallur Hansson, Jákup Biskopstø – Árni Frederiksberg, Oussama Ali, Filip Brattbakk – Erlend Hustad. Seinni komu hesir inn: Sebastian John, Deni Pavlovic, Dávid Reynheim, John Ziska Joensen, Páll Muller, Robert Williams og Jákup N. Vilhelmsen.