Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ tapti 2-0

John William Joensen

Fyrri hálvleikur var vánaligur sæddur við KÍ brillum, men í seinra hálvleiki hevði KÍ møguleikar til at koma aftur, men endin var at EB/STR fór við øllum.

Eftir at EB/STR fekk ein mann útvístan fyrst í seinra hálvleiki fekk KÍ lagt trýst á EB/STR.

Men hóast fleiri málmøguleikar spurdist burtur úr, so eydnaðist tað ikki at fáa mál og eitt mistak á miðvøllinum hjá KÍ avgjørdi dystin.

————————

2-0 – tíggju minuttir eftir

Hans Pauli Samelsen legði EB/STR á odda 2-0 nú tíggju minuttir eru eftir at leika.

Kì hevur havt meira trýst meðan EB/STR hevur koyrt uppá kontra.

KÍ hevði eisini satsað við at koyra Ova Nysted úr verjuni fram í álopið, men tá 10 minuttir vóru eftir fangaði EB/STR bóltin frá KÍ sum var á veg í álop – og eftir tríggjar stuttar sendingar sat bólturin í KÍ málinum.

———-

Bárður reyða korti

Fyri løtu síðan fekk Bárður hjá EB/STR reyða korti – og KÍ hevur ment seg í seinra hálvleiki.

——-

10. minuttir inn í seinra hálvleik fekk Bárður hjá EB/STR reyða kortið fyri at sparka beinini undan Leon Bjartalíð á miðvøllinum.

KÍ hevur spælt munandi betri í seinra hálvleiki og hevur havt fleiri opnar málmøguleikar.

—–

1-0 til EB/STR

Leif Niclasen skoraði eftir trunkaspæl í KÍ brotsteiginum

Innlegg úr vinstru síðu hjá KÍ. Bert fimm minuttir eru farnir av dystinum á Streymnesi og EB/STR er á odda 1-0 eftir trunkaspæl í KÍ brotsteiginum.