í einum dysti, har KÍ royndi at vinna inn aftur tey tvey taptu málini í Molde, eydnaðist uppleggið ikki.
KÍ fór á vøllin í kvøld við hugburðinum at vinna aftur tað, liðið tapti í Molde. Men tað eydnaðist ikki. Úrslitið bleiv heili 4-0 til Molde, hóast okkara menn stríddust manniliga og royndu at leggja spælið longur fram á vøllin enn vit sóu í útidystinum.
Vit mugu bert ásanna, at liðið úr Molde er betur fyri enn vit og fer við sigrinum í kvøld víðari í UEFA kappingini.
Um dystin sigur Jan Andreasen, at í fyrra halvleiki royndi okkara lið fyrst og fremst at verja. Uppleggið til seina hálvleik var at leypa á og royna at fáa málmøguleikar. Teir komu, men vit megnaðu ikki at umseta málmøguleikarnar til veruleika.
KÍ hevði bóltin í netinum hjá Molde, men dømt var fyri rangstøðu.




