Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ tapti á Skála

Jákup Ósá

Eitt blandað lið við Effo leikarum og 1.deildar leikarum hjá KÍ spældi venjingardyst á Skála í kvøld.

Eitt blandað lið við Effo leikarum og 1.deildarleikarum hjá KÍ spældi venjingardyst á Skála í kvøld.

Skála vann dystin 2-1. Vit frætta frá heimildarfólki, at Skála var betri í fyrra hálvleiki, meðan KÍ kom betri við í seinna hálvleiki. Málið hjá KÍ skoraði David Langaard eftir gott langskot. Umstøðurnar at leika fótbólt á Skála eru heldur ivasamar, tí vøllurin er ikki tann besti, men hetta er so líka fyri bæði liðini.

Hjá KÍ var talan um eitt blandað lið, har Gunnar á Steig, Jógvan Isaksen, Álvur Christiansen, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og Páll A. Klettskarð ikki vóru við.

Uppstillingin hjá KÍ var hendan: Meinhardt Joensen – Gunnar Christansen, Oddmar marsten, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – David Langaard, Henry Heinesen – Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Ísak Simonsen – Kristoffur Jakobsen. Í seinna hálvleiki komu Fríði Sigurðsson, Ari Samso, John Daniel Gudjohnsson, Jóannes Bjartalíð, Tórur Justesen, Jóhan Jacobsen og Helgi Samson á vøllin.

Komandi vikuskiftið spælir KÍ tveir venjingardystir. Leygardagin á Savnagaskarði móti B68 og sunnudagin á Tórsvølli móti U21 landsliðinum.