Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ tapti spennandi U14 steypafinalu

Jákup Ósá

Í einari tættari og spennandi steypafinalu hjá U14, har KÍ hevði sínar stóru møguleikar, so var tað HB sum avgjørdi við einasta málinum í dystinum tíðliga í seinna hálvleiki. 

Karmarnir vóru framúr góðir og nógvir áskoðarar vóru til dystin, tá KÍ og HB brustu saman hjá U14 dreingjum. 
Í fyrra hálvleiki hevði HB munin í spælinum og var oftari nær við at fáa mál, men KÍ fekk kanska teir størstu møguleikarnar og tvær ferðir var KÍ leikari púra leysur við HB málverjanum, men einki mál kom í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki kom HB á odda eftir eitt mistak í KÍ verjuni, tá bólturin skuldi skjótast burtur. Málið skoraði Sveinur Lava Olsen. Eftir hetta tók KÍ yvir og sat á tí mesta restina av dystinum. Fleiri ferðir var eisini nær við, meðan HB eisini fekk onkrar stórar møguleikar, har KÍ málverjin bjargaði væl.
Sum heild ein javnur og spennandi dystur, sum kundi fara báðar vegir. HB megnaði at fáa einasta málið og vann tí steypakappingina hjá U14. Myndirnar eru frá dystinum. Fleiri koma seinni.
Harleywoodpaint