Hóast KÍ átti størra partin av spælibýtinum, so fingu teir onki burturúr og skála vann 2-0.
Hóast KÍ átti størra partin av spælbýtinum, so fingu teir einki mál í venjingardystinum á Skála mikukvøldið, sum heimaliðið vann 2-0. KÍ hugtók ikki í hesum dystinum men kundi tó havt fingið okkurt málið, eitt nú í fyrra hálvleiki, tá Paul Clapson skallaði stutt frá málinum.
Seinasti venjingardysturin hjá KÍ áðrenn Klaksvíkskappingina var á Skála mikukvøldið tann 7. mars, har KÍ tapti sín fyrsta dyst í ár.
KÍ byrjaði dystin best, men sum fyrri hálvleikur leið, tóku teir á heimaliðnum meira og meira yvir. Eftir umleið hálvan tíma, legði Skála seg á odda við máli, sum Toni Rasmussen gjørdi.
Í fyrra hálvleiki hevði KÍ annars havt ein sera stóran málmøguleika, tá Paul Clapson stutt frá málinum skallaði og átti at fingið mál, men nýggi málverjin hjá Skála stórbjargaði.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin áleið tann sama, men framvegis kom KÍ ikki til teir nógvu málmøguleikarnar.
Tá einir tíggju minuttir vóru eftir, avgjørdi Skálaleikarin Alex dystin. Hann fekk bóltin einar 35 metrar frá málinum, og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka til. Meinhard, sum stóð eitt sindur úti í brotsteiginum, roknaði helst við, at bólturin fór fram við málinum, men hann brast í stongina og fór í málið.
Framvegis var spælið merkt av, at menn ikki eru komnir í dystarvenjing og tí til tíðir mistu bóltin óneyðugt, og viðhvørt gekk eitt sindur striltið hjá leikarunum at finna hvønn annan.
Harvið hevur KÍ spælt niðanfyri nevndu venjingardystir við fylgjandi úrslitum:
KÍ-B71 2-0 ú (Kaj Ennigarð, Chris Ceroni)
KÍ-B71 1-0 h (Kaj Ennigarð)
KÍ-EBS 1-2 ú (Kristoffur Jakobsen)
KÍ-EBS 2-0 ú (Chris Ceroni, Paul Clapson)
KÍ-Skála 0-2 ú
Tvs. íalt 6-4 í 5 venjingardystum ella í miðal 1,2 vunnið mál pr. dyst og 0,8 mál pr. dyst til mótstøðuliðið.
Toppskjúttarnir higartil eru:
Chris Cerroni (álop)
Kaj Ennigarð (verja/miðja)
Kristoffur Jacobsen (verja)
Paul Clapson (álop)
Sostatt hava útlendingarnir í álopinum, Chris og Paul, higartil gjørt helmingin av málunum hjá KÍ, nýggi Gøtumaðurin í KÍ, Kaj; hevur gjørt 2 mál, og Kristoffur er tann fyrsti og higartil einasti klaksvíkingurin, sum hevur skorað fyri KÍ.




