Vegna kava verður ikki spælt í Klaksvík í morgin. Dysturin er fluttur til Trongisvágs og verður spældur í morgin leygardagin 5. mars við Stórá.
Nógvur kavi er komin niður á vøllin í Klaksvík í nátt og aftur í morgin verður boðað frá kava. Tískil verður trupult at rudda økið og vandin fyri frystum vølli er til staðar. Líkindini væntast at vera nógv betri í Trongisvági. Har suðuri er lýggjari og væl minni av kava.
Dysturin byrjar kl. 15.00 og dómari verður Alex Troleis.




