Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-TB/FC Suðuroy/Royn í 1.deild: Kann blíva avgerandi dystur

Jákup Ósá

Týdningarmikil dystur fyri kappingina verður í Klaksvík leygardagin.

Bæði liðini hava nógv at spæla fyri í næstbestu deildini.

Leygardagin kl. 16.30 spæla KÍ og TB/FC Suðuroy/Royn í 1.deild. Bæði liðini hava brúk fyri stigunum í kappingini, har trý umfør eru eftir. KÍ liggur á 2. plássi undan dystinum, men stutt er niður til bæði liðini aftanfyri, Víking og B68, sum eru ávikavist 2 og 3 stig aftanfyri. Eisini hevur tað týdning fyri Effodeildina, tí enda KÍ og Víkingur frammanfyri B68, so flytur bara eitt lið upp úr 1.deild. Hjá TB/FC Suðuroy/Royn á 8. plássi eru 4 stig niður til B36 á 9. plássi. So suðuroyingar hava nógv at stríðast fyri, tí B36 hevur fingið fitt av stigum seinastu tíðina. Sum skilst er KÍ liðið nakað skert til dystin vegna námsferðir.

Dysturin í Klaksvík byrjar leygardagin kl. 16.30.