Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ tekur á seg favorittleiklutin

Jákup Ósá

Steypafinalan millum HB og KÍ byrjar leygardagin kl. 16.15.

Content vísir steypafinaluna á Rás 1 leygardagin. Heimasíðan steypafinalan.fo hevur havt samrøðu við KÍ venjaran undan dystinum, sum er endurgivið niðanfyri.

Er tað nakað lið, sum hevur verið einaráðandi í føroyskum fótbólti seinnu árini, so er tað KÍ. Síðan 2000 hava KÍ kvinnurnar vunnið føroyameistaraheitið, og aftur í ár eru tær favorittar at vinna FM-heitið.

Eisini í steypafinaluni leygardagin er KÍ favorittur. KÍ hevur spælt móti HB tríggjar ferðir í ár og hevur vunnið allar tríggjar dystirnar. 19. apríl vann KÍ stórsigur 7-1. Í næsta dystinum var munurin ikki so stórur. Tá vann KÍ 2-1 og fyri einum góðum mánað síðani var úrslitið 7-2 til KÍ.

At vera favorittur er ein leiklutur, sum KÍ venjarin, Aleksander Djordevic, tekur á seg við stoltleika.

-Vit eru favorittar, tað er eingin ivi um tað. Men trupulleika kunnu sjálvandi stinga seg upp, tí vinnarin skal finnast í einum dysti.

Aleksander Djordevic sigur, at hóast KÍ er eitt sigursvant lið, so eru spælarnir altráiðir eftir at vinna fleiri steyp.

-Vit eru klár, og vit eru spent. Eingin ivi eru um at spælarnir savnað seg 100 prosent um finaluna, sigur Aleksander Djordevic.

Einir 3-4 spælarar eru ivasamir til finaluna. Onkur teirra hava smáskaðar og sjúku at dragast við.

Størsta ivamálið er, um ein tann royndasti leikarin hjá KÍ, Malena Josephsen, verður tøk til finaluna. Hon hevur ein skaða, og ikki fyrr enn leygardagin verðu støða tikin til, um Malena spælir, sigur KÍ venjarin.

37 ára gamla Malena Josephsen hevur spælt 329 dystir í 1. deild og skotið 277 mál. Eisini hevur hon spælt 86 dystir í steypakappingini og 41 dystir í Champions Leauge kappingini. Harafturat hevur hon 37 landsdystir á baki.

Ein kundi ímynda sær, at liðið viknar, um ein so royndur leikari ikki er við. KÍ venjarin roynir tó ikki at gera ov nógv hóvasták burturúr tí.

-Talan er sjálvandi um ein góðan spælara, men tað er talan um ein spælara. Vit hava eitt gott lið, og eg vænti ikki at tað ger so stórvegis mun, um hon ikki spælir. Hinir spælarnir eru tilreiðar, og vit fara gera alt fyri at vinna, sigur Aleksander Djordevic við steypafinalan.fo.

Finalan millum HB og KÍ byrjar kl. 16.15 og verður sum kunnugt víst á Rás 1.