KÍ hevði í kvøld allar møguleikar til at minka um munin upp til HB, men tók ikki av. Persónlig mistøk kostaðu dýrt.
Fortreytirnar til kvøldsins dyst vóru ymiskar. HB var uttan fleiri av sínum lyklaleikarum í ár. M.a. toppskjúttan Adrian Justinussen, leikaran við flest uppleggum, Heðin Hansen, og verjuskansan Delphin Tshiembe. Hinvegin hevði KÍ allar sínar leikarar tøkar, og tað merkti m.a. at leikarar sum Boris Dosljak, Alessio Hyseni og Páll A. Klettskarð byrjaðu á bonkinum. Hinvegin taldi tað upp hjá HB, at HB hevði heimavøll og kom frá einum lættari dysti fyri fýra døgum síðani enn KÍ.
KÍ skuldi havt avgjørt í fyrra hálvleiki
KÍ-liðið byrjaði dystin illa og longu eftir 7 minuttum høvdu bæði Jesper Brinck og Kristian Joensen gjørt stór persónlig mistøk, sum góvu HB hornaspark og mál. Dysturin fór eftir málið at javna seg út, men koyrdi uttan stórvegis av vandamiklum møguleikum fram til áleið 20-25. minutt. Tá byrjaði KÍ at finna uppskriftina til at lata HB-liðið upp og hesar 20-25 minuttirnar fram til hálvleik spældi KÍ framúrskarandi álopsfótbólt í Gundadali. Nógvir streingir vóru at spæla uppá hesa løtuna. Álopsparið við Ole Erik Midtskogen og Jonn Johannessen var allatíðina vandamikið, bakkarnir Jóannes K. Danielsen, ið var sera eyðsýndur í álopspartinum nærum allan dystin, og Ísak Simonsen vóru álopskendir og við í nógvum og Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen fingu avgerandi lut í málunum. KÍ fekk vent 0-1 til 2-1 og hevði fleiri møguleikar at skora enn meira m.a. við einum brotssparki, sum Jóannes Bjartalíð misnýtti.
HB svaraði aftur
Í seinna hálvleiki broyttist myndin. HB tók yvir leikliga og var betra liðið stóran part av hálvleikinum. HB javnaði, KÍ kom á odda aftur eitt sindur burturúr ongum, men við væl leiktum álopi, áðrenn HB javnaði. Í útjavnandi málinum var antin onkur avtala ov ógreið ella onkur leikari, sum hevði gloymt sína uppgáva, tí HB slapp uppá hornaspark at trilla bóltin til besta skjúttan, Daniel Johansen, sum enntá hevði tíð at leggja bóltin, áðrenn hann skeyt hann í málið. Tískil var talan eins og fyrsta málið um eina gávu frá KÍ, sum HB gagnnýtti. Síðsta partin av dystinum komu onkrir stórir málmøguleikar báðar vegir, men 3-3 gjørdist úrslitið í einum undirhaldandi dysti.
HB var glaðari fyri javnleikin
Eftir dystin var eingin ivi um, at gleðin fyri javnleikin var størri í HB-leguni. HB var illa mannað til dystin, og tað sást m.a. aftur í, at neyðugt var at seta hjálparvenjaran á vøllin síðstu løtuna, tí eingin annar royndur leikari var tøkur. HB var eisini aftanfyri tvær ferðir og var nær við at koma langt afturum áðrenn hálvleik. Men ein góður seinni hálvleikur bjargaði HB eina stigið. Eitt stig sum ger, at HB framvegis er fimm stig frammanfyri nærmastu kappingarneytarnar. KÍ hevði allar møguleikar til at vinna dystin, men persónligu mistøkini vóru ov mong og ov nógvir málmøguleikar vóru misnýttir.


